Riel var við B36

André Riel spældi í dag sín fyrsta dyst fyri B36. Framherjin var við frá byrjan í seinna hálvleiki móti B68, men prógvaði av góðum grundum ongantíð sítt virði. Hann hevði tað torført, tá B36 fyrst og fremst hugsaði um verjupartin eftir hvíldina.

André Riel, sum er ættaður úr Danmark, skrivaði undir við B36 fyrr í vikuni. Hann var annars kunngjørdur á heimasíðuna hjá danska Frem, men sama dag var greitt, at hann ikki fór at spæla við felagnum, hóast alt. Nú skal hann royna at hjálpa føroyska høvuðsstaðarfelagnum, sum í løtuni er í niðurflytingarvanda.

19 ára gamli André Riel hevur áður spælt við danska HIK.