6-MANNAFØR
Eitt korter var klokkan yvir trý, tá ið fyrsta startskotið varð latið av á Norðoyastevnu. Kappingin var millum 6-mannafør við kvinnum. Hesa kappingina hevur Jarnbardur verið nógv bestur í nógvu tey seinastu árini. Í fjør var Riddarin næstfremstur í øllum sjey róðrunum, og nú tykjast tær í Miðvági rættuliga at ætla sær úr skugganum.
Riddarin hevur ongantíð verið meistari, síðani tað í 1983 var farið undir kvinnukappingina í hesi bátastøddini. Um úrslitið á Norðoyastevnu verður nýtt sum metingargrundarlag og tað er einki betri grundarlag enn tað so er tað góður møguleiki fyri, at Riddarin í ár fer at vinna.
Fimm bátar luttóku í kappingini. Riddarin legði seg tíðliga á odda, og á málinum var hann eina bátslongd undan Lómi, sum aftur var eina bátslongd frammanfyri teir næstu. Bæði Smyril og Jarnbardur, sum er mannaður av nýggjum, komu á málið í somu tíð. Hvessingur var eina bátslongd aftanfyri teir.
Sera tøtt kapping
Í ongum róðri leygardagin var tað so tætt og spennandi, sum tað var í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.
Orsaka av frískum og skiftandi loti tók tað meiri enn ein tíma frá tí at síðsti róðurin hevði verið á túsund metrum, og inntil 6-mannaførini við monnum kundu leggja til fasta startin á 1500 metrum.
Tá ið startskotið endiliga var latið av, gjørdist kappingin øgilig millum Sølmund, Sundabátin og Jarnbard. Tað tóktist sum um, at bátarnir skiftust um at vera heilt frammi í oddinum. Á veg móti málinum lógu hesir tríggir so at siga stavn um stavn, og á málstrikuni var Sølmundur skutin undan Sundabátinum, sum aftur var skutin undan Jarnbardi. Munurin aftur til teir næstu var tvær bátslongdir.
Í kappingini um fjórða plássið var sera tætt millum Smyril og Hósvíking. Í fjør var Gongurólvur meistari. Í ár er 6-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag mannað av nýggjum. Í fyrstu royndini endaði Gongurólvur á 6. plássi eina bátslongd aftanfyri Hósvíking.
Sølmundur við monnum var meistari í 1989 og í 1990. Síðani hevur ikki hilnast so væl hjá ungu monnunum av Skálafjørðinum. Báturin hevur ligið í skugganum av Eysturoyingi. Tað tykist ikki sum um, at 10-mannafarið ætlar at víkja sítt sæti, men teir umborð á Sølmundi tykjast av álvara at ætla sær út í ljósið!