6-MANNAFØR MENN
Fyri tveimum árum síðani var Tvørabáturin favorittur at vinna á Jóansøku á Tvøroyri. Tað var hann, tí hann í róðrinum frammanundan hevði vunnið á Fjarðastevnu.
Ta ferðina eydnaðist tað ikki Tvørabátinum at vinna. Tað var tætt við, men Sundabáturin var skutin frammanfyri Tvørabátin.
Hesa ferð var tað upp aftur tættari. Riddarin vann, men munurin var bara sjálvur stavnurin ella so.
Tvørabáturin legði bragdliga fyri í góðveðrinum, og tað eydnaðist Tvørabátinum at toga seg skutin framum hinar bátarnar. Men so svaraði Riddarin aftur, og tá ið bátarnir fóru at nærkast málinum, tóktist eingin ivi at vera um, at Riddarin fór at vinna.
So royndi Tvørabáturin at svara aftur. Áskoðararnir vóru vitni til ein rimmar endaspurt. Men tað eydnaðist akkurát ikki Tvørabátinum at taka Riddaran.
Hinir bátarnir fóru heilt afturav, og tað var Sundabáturin, sum vann kappingina við Smyril um bronsuplássið.