Her uttan fyri Gamla Bókahandil stóðu hesir báðir jálamenninir á hestbaki.
Teir vóru komnir niðan av Kongabrúnni, har teir høvdu verið niðri og vent, og vóru nú komnir niðan á Vaglið.
Teir vóru blíðir og bjóðaðu karamellir til børnini, og ein nissa helt í grýmuna.
Leiðin gekk niðan eftir Áarvegnum og niðan í Niels Findsens gøtu, meðan børnini hugnaðu sær óført saman við teimum báðum jólamonnunum.