Ríð, gakk og súkkla á mentanarnáttini

Reiðfólk skipa fyri túri eftir varðagøtunum í Húsa- og Flatnahaga mentanarnáttina, har eittnú borgarstjórin luttekur.

Reiðfólk skipa fyri túri eftir varðagøtunum í Húsa- og flatnahaga mentanarnáttina, har eittnú borgarstjórin luttekur.

 

Tiltakið byrjat klokkan 16 og leiðin gongur eftir endurgjørdu varðagøtunum í Húsa- og Flatnahaga.


Gongan við Heðini Mortensen, borgarstjóri í Havn, og reiðmanninum , Svenningi Reinert á odda, fer frá Berg Hestum og niðan á Kleynisvarða. Poul Hansen, reiðmaður í 54 ár, heldur røðu og vársangir verða sungnir.

Hildið veður fram suður eftir Oyggjargøtuni oman til Berg Hestar.


Teinurin er 4,5 km, og túrurin er fyri vaksin og børn – til gongu, á súkklu ella á hestbaki.