##med2##
Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevði í dag tíðindafund og kunngjørdi toymið rundanum landsliðið. Millum teirra var svenski landsmaðurin, Rickard Dahan, sum verður høvðusfysioterapeut.
Håkan Ericson hevur arbeitt saman við bæði Rickard Dahan í samband við svenska landsliðið. Rickard Dahan verður høvðusfysioterapeut. Hann hevur millum annað arbeitt við Zlatan Ibrahimovic, bæði tá hann sum ungur spældi við Malmø IF, og tá hann fekk drúgvan knæskaða við Manchester United fyri nøkrum árum síðani.
- Munurin á einum landsliðið og einum felagið er, at tú úttekur bara frískar spælarar til landsliðið. Tí er uppgávan eitt sindur øðrvísi. Eg eri ein fysioterapeutur, sum fæst nógv við skaðafyribyrgjandi virksemi. Eg helt at tað ljóðaði spennandi, at sleppa at arbeiða við føroyska landsliðnum. Tað er eitt sindur øðrvísi, tí fleiri av spælarum eru eitt nú ikki fulltíðarspælarar. Vónandi kann eg eisini vera við til at geva nøkrum spælarum nøkur amboð til at menna seg og koma víðari, sigur Rickard Dahan.
Sjálvur er Rickard Dahan spentur upp á at arbeiða við føroyska landsliðnum. Hann var ikki so sinnaður at arbeiða við einum fótbóltsliði beint nú, men tað er eitt sindur øðrvísi við einum landsliði, sum bara samlast nakrar ferðir um árið.