Rick Rubin fer at framleiða Metallica

Rick Rubin, ið er ein av heimsins bestu og kendastu tónleikaframleiðarum, ið hevur framleitt fløgur við bólkum sum Red Hot Chili Peppers, System Of A Down og Beastie Boys, verður maðurin, ið skal snara knøttunum á komandi fløguni við Metallica.


Bólkurin er í løtuni í ferð við at spæla fløguna inn, og sambært heimasíðuni hjá teimum gongur stak væl. Metallica trummuleikarin Lars Ulrich tykist sera spentur um samstarvið, og sigur FUCK YEAH! við heimasíðuna.