Tann kendi amerikanski diplomaturin Richard Holbrooke doyði í gjárkvøldið, 69 ára gamal.
Holbrooke var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri Dayton-semjuna, sum endaði kríggið í Bosnia í 1995, og hann hevði eisini ein virknan lut í royndunum at fáa Pakistan og Afghanistan at samarbeiða í bardaganum ímóti Taliban og al-Qaeda. Tað seinasta árið hevði hann starvið sum serligur sendimaður í júst Pakistan og Afghanistan.
Richard Holbrooke var eitt skifti amerikanskur sendiharri í Týsklandi og eitt annað skifti í ST, og hann loysti fleiri týðandi uppgávur fyri amerikanska uttanríkisráðið.
Ikki minni enn sjey ferðir var Richard Holbrooke innstillaður til Nobel-friðarheiðurslønina.