Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu árini, og tað hevur verið nógv tosað um, hvat vit kunnu vænta okkum av oljuprisinum í framtíðini og hvørjar avleiðingar kunnu vera av einum høgum oljuprisi. Við støði í teirra fakligu bakgrund og royndum fara Richard Hardmann og Magni Laksáfoss at gera sínar metingar av, hvat vit kunnu vænta okkum av pljuprisinum í framtíðini stendur í tíðindaskrivi frá Oljutinginum.
Richard Hardmann er nevndarlimur í Atlantic Petreolum UK og hevur 35 ára royndir í at leita eftir kolvetni I Norðsjónum. Magni Laksafoss er utbúgvin búskaparfrøðingur.
Oljutingið, sum verður hildið nakrar ferðir um árið og sum er ein felagsskapur við einstaklingum og feløgum, sum hava áhuga fyri eini føroyskari komandi olljuvinnu, verður á Hotel Føroyum týskvøldið klokkan 19.