Ricardo Villar vitjar í Føroyum

Argentinski saksofonisturin Ricardo Villar vitjar í Føroyum í juni

KONSERT

Hann fer at hava konsertir saman við tónleikarunum í Shalder: Heðin Ziska Davidsen, Braduri Jacobsen og Mikael og Kristian Blak.
Fyrsta framførsla var á gamla Meiarínum mánakvøldið, har Ravnating við ljósmyndum eftir Philippe Carré vóru at hoyra og síggja.
Harafturat fer Ricardo og Shalder at spæla ymsastaðni í Havn og á bygd - og eisini á fleiri Helliskonsertum. Konsertferðin endar við luttøku á Summartónum 17. juni.
Shalder var á konsertferð í Argentina í februar 2002, og tá var júst Ricardo Villar við í bólkinum, sigur plátufelatgið Tutl.