Bayern Munchen kunngjørdi eftir Champions League finaluna, at 27-ára gamli Franck Ribery hevur skrivað undir ein nýggjan 5-ára sáttmála við týsku greipuvinnararnar. Ribery hevur verið settur í samband við næstan øll tey stór feløgini, Real Madrid, Barcelona, Manchester United, Chelsea umframt nýríku Manchester City. Tað ljóðar at prísurin fyri Ribery, ið bara hevði eitt ár eftir av gamla sáttmálanum, liggur um góðar 400 milliónir. Við at skriva undir nýggjan sáttmála hevur Ribery givið greið tekin um at framtíðin liggur hjá hjá týska stórfelagnum.
- Vit eru fegnir um, at ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum, hevur játtað at leingja sáttmálan. Hetta vísur eisini hvørjar visjónir Bayern hevur fyri tey komandi árini, sigur Karl-Heinz Rummenigge, formaður í Bayern Munchen.
Ribery hevur í ár leikt 30 dystir fyri Bayern Munchen og skorað sjey mál. Bayern Munchen vunnu í ár týsku landskappingina og steypakappingina. Ribery varð í fyrru halvfinaluni í Champios League útvístur og fekk tríggjardagar leikbann. Hóast Bayern royndi at kæra málið, so fingu teir ikki viðhald og tí var Ribery leikbannaður til í finaluni.
Franck Ribery er eisini ein av teimum hepnu, ið hevur leikt á Tórsvølli ímóti Føroyum. Tað gjørdi hann tá Frakland tann 12. august í fjør vitjaði í Føroyum. Ribery fekk teir seinastu 25. minuttirnar í 1-0 sigrinum á Føroyum.