Franck Ribery varð borin av vøllinum, tá ið Frakland og Italia dystaðust í EM-endaspælinum týskvøldið. Stúrt var fyri, at Ribery hevði brotið beinið, men so illa vitsti ikki við. Kanningar, sum eru gjørdar á sjúkrahúsi, staðfestu ikki nakað brot, men skaðin er tó so álvarsamur, at Ribery ikki kann venja ella spæla fótbólt í nakrar vikur. Roknað verður tó við, at hann verður klárur at spæla aftur fyri felag sítt FC Bayern í august mánaði.