Í teimum seinastu seks dystunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hava Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg bert tryggjað sær eitt stig.
Í kvøld tapti Ribe-Esbjerg frammanfyri 1.648 áskoðarum í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg 28-32 fyri Skjern. Í steðginum var Skjern eisini frammanfyri við fýra málum. Tá var støðan 15-19.
Teis fekk tríggjar málmøguleikar í kvøld, og hann setti tveir av teimum í netið.
Ribe-Esbjerg er næstaftast í deildini við 14 stigum. Tó hava teir bert trý stig upp til TMS Ringsted, ið er á gylta áttanda plássinum við 20 stigum. Ribe-Esbjerg hevur fimm dystir eftir í grundspælinum til at røkka ovara endaspælinum.
Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti Holstebro.











