Evropatingið hevur gjørt av, at írski tinglimurin Pat Gallagher skal standa á odda fyri teirri tingnevndini, sum skal taka lut í samráðingunum millum ES og íslendsku stjórnina um limaskap í samveldinum. Tað skriva írsk bløð.
Valið er kanska ikki heilt tilvildarligt, tí Paul Gallagher arbeiddi við at selja fisk, áðrenn hann fór upp í politikk. Sum skilst skal nevndin hjá Evropatinginum hava samskifti við limir í Altinginum í samráðingartíðini, men talan er ikki um beinleiðis samráðingar.
Altingið hevur ikki mannað sína nevnd enn, skrivar Morgunblaðið.










