Tann 15 ára gamli Ari Danielsen úr Havn legði fyrst í januar eitt video á Youtube, har hann syngur sangin Little Bird. Ari, sum gongur í 9. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla, skrivar sjálvur tekstir og ger eisini løg til. Sangurin hevur verið væl umtóktur á netinum, tí upp á minni enn tríggjar vikur hava næstan 7.000 fólk hoyrt Little Bird.
Hóast unga havnardronginum altíð hevur dámað væl at sungið, so hevur hann ikki spælt gittara leingi.
- Tað byrjaði við, at systir mín fekk ein gittara í jólagávu fyri einum ári síðan. Hon brúkti hann ikki, so eg lænti hann, og líka síðani havi eg spælt, greiðir Ari Danielsen frá. Hann fegnast um, at so nógv fólk hava hoyrt sangin Little Bird, sum hann skrivaði til ein vinmann á sinni.
- Little Bird er skrivaður til ein vinmann, sum ikki hevði tað so gott ta einu tíðina, sigur Ari Danielsen, sum leggur afturat, at hann hevur fleiri aðrar sangir, sum hann væntandi fer at leggja út á netið.
Ari Danielsen fer at spæla á Hvonn Live, sum verður leygarkvøldið 28. januar.










