Íri leggur lag á

Nú er skjótt klárt at stoypa veggirnar í fyrsta partinum av barnagarðinum í Miðvági. Mikudagin byrjaðu teir at seta formarnar upp, men illveðrið hevur darvað nakað.

Tað eru ikki vanligir formar, sum verða nýttir. Hetta er ein skipan við flammingo-líknandi tilfari, nevnt Quad-Lock, sum verður sett við eini ávísari fjarstøðu. Síðan verður betong fylt ímillum. Hetta tilfar er nógv brúkt aðrastani, serliga í Kanada og Týsklandi, men eisini í Svøríki og Íslandi. Tilfarið brennur ikki, bjálvar sera væl og kann m.a. eisini brúkast til at stoypa dekk við.

Hesa vikuna er ein íri og leggur lag á, írin hevur nógvar royndir á økinum.

Tað er fyritøkan Dalsbø í Sandavági sum stendur fyri stoypiarbeiðinum, sum væntandi verður liðugt í februar komandi ár, skrivar Miðvágs Kommuna.

Tað er felagið KUBBI v/ Torfinn Johansen í Hirtshals, sum er umboð í øllum Skandinavia, fyri Quad-Lock stoypiskipanina. Les meira um skipanina á www.quadlock.com og á www.kubbi.info