Árið hjá línuskipum

Veiðinøgdin hjá línuskipum er nógv minkað í ár, men miðalprísirnir hava verið betri enn í fjør. Kortini er veiðivirðið minkað meira enn 6% Línuskipini høvdu ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá hesum skipabólki. Men skjótt kann venda í fiskivinnuni. Positiva gongdin í 2003 helt ikki fram í 2004, ei heldur í 2005. Tí hevði hesin skipabólkur samanlagt hall bæði í 2004 og í 2005.

- Í 2006 høvdu línuskipini stór hall, hóast miðalprísurin hækkaði í 2005 og 2006 eftir støðugt fall árini 2002-2004.

Rasmussen & Weihe siga, at samlaða veiðinøgdin hjá línuskipum minkaði við 4% árini 2005-2006.

- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava línuskipini havt eina afturgongd í veiðinøgd upp á heili 16,5% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør.

Men miðalprísurin á fiskinum er hækkaður nakað, soleiðis at samlaða veiðivirðið bert er minkað við 6,5%.

Rasmussen & Weihe vænta samanlagt, at úrslitið hjá línuskipum í ár verður nakað lakari enn í 2006.