Ári fekk sínar fyrstu minuttir

18 ára gamli Ári Mohr Jónsson fekk í dag sínar fyrstu minuttir í donsku Superliguni, tá Silkeborg við Gunnar Nielsen í málinum tapti 2-0 fyri AC Horsens.

 

Silkeborg spælir komandi kappingarár í næst bestu deildini í Danmark. Tað er greitt eftir tapið í dag. Gunnar Nielsen var óheppin og gjørdi sjálvmál.

 

Í seinna hálvleiki bleiv Ári Mohr Jónsson skiftir inn. Tá var seinni hálvleikur 18 minuttir gamal. Føroyski vinstri bakkurin kom bara væl frá uppgávuni og fekk rós frá venjaranum eftir dystin. Hetta er fyrstu ferð, at Ári er komin í einum dysti í Superliguni.

 

Ári Mohr Jónsson hevur fyri stuttum skrivað yrkissáttmála við Silkeborg.

 

Mynd:(www.silkeborgif.com) Ári Mohr Jónsson(t.h)