Árið er ikki so gott sum í fjør

Kósin í Klaksvík hevur eisini lagt stilt.
- Eg haldi, tað er positivt, at minni ferð er á ein part av summarinum, tí tað er tyngri at framleiða og selja hesa tíðina av árinum, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini.

Fiskivinna

Stóra flakavirkið í Klaksvík, Kósin, hevur eisini valt at leggja stilt eitt skifti í summar. Tey fóru í summarfrí á virkinum frá mánadegnum í hesi vikuni og hava frí í tríggjar vikur.
- Vit royndu hetta í fjør, og tað vísti seg at rigga væl, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini.
Hann heldur, at hetta er ein góður máti og vísir á, at fleiri orsøkir eru til tess.
- Skuldu vit arbeitt uttan steðg, hevði verið neyðugt við fleiri avloysarum, og tá er
vandin fyri reklamatiónum størri enn annars. Haraftrat kemur, at sølan av fiskavørum gongur yvirhøvur tyngri um summarið, tí úti í heimi hava tey eisini frí.
Adrian Dalsá sigur, at skip og bátar nú hava møguleikan at fremja umvælingar og
ábøtur, meðan færri keyparar eru á marknaðinum. Sama møguleika hava virkini eisini, um okkurt er, sum skal gerast.
- Áhugin fyri at fiska minkar ivaleyst nakað, tá ið fleiri virkir eru í summarfrí. Velja fleiri skip at liggja, verður hendan tíðin eisini eitt ávíst andarhol hjá fiskastovnunum, og tað er væl heldur ikki nakað ringt, sigur stjórin á Kósini.


Hampiligt ár

Nú árið er hálvrunnið, spurdu vit Adrian, hvussu vignast hevur.
- Jú, vit hava havt væl at gera í fyrra hálvári og eisini nú uppundir summarsteðgin, men hetta árið er ikki so gott sum seinasta ár, ið mundi vera eitt tað besta nakrantíð. Í fjør var bara alt perfekt, sum hann tekur til.
Stjórin sigur, at árið í ár er ikki nakað vánaligt ár, men heldur minni er komið burtur úr enn í fjør, tá ið alt gekk eftir vild.
- Marknaðurin hevur verið trekari, og tað merkist, sigur hann.
Adrian Dalsá vísir á, at tá ið tú arbeiðir í fiskivinnuni, gongur við hvørt væl og viðhvørt minni væl. Fá ár eru eins í so máta.
- Tað er ikki tað sama í ár sum í fjør, men fyri tann skuld hevur hetta higartil ikki verið nakað ringt ár, leggur stjórin á Kósini dent á.