Ári: Eg fekk tíbetur hondina á bóltin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr málverjan hjá H71 greiða frá bjargingini, sum tryggjaði H71 ein eittmálssigur

Hjá hoyvíkingum man Ára Egason Dam verða tann stóra hetjan í kvøld. Í tí seinastu og avgerandi løtuni hevði H71 málverjin eina ótrúliga bjarging, sum gjørdi, at KÍF ikki tryggjaði sær javnleik 24-24.

 

H71 er á odda í bólki 1 við fýra stigum. KÍF hevur tvey stig. Neistin og H71 2 hava einki stig, men tey spæla í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 15. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ára Egason Dam greiða frá bjargingini: - Tíbetur fekk eg hondina á bóltin, greiðir Ári Egason Dam frá. 

 

H71-málverjin skeyt eisini eitt mál við einum langum kasti. Hoyr hann eisini greiða frá tí, og um hvussu vónirnar fyri víðari gongdini hjá H71 eru í steypakappingini, og í landskappingini.