Reznor heldur á við álopum á plátufeløg

Oddamaðurin í Nine Inch Nails Trent Reznor heldur fram við sínum álopum móti altjóða plátufeløgum, ið selja hansara nýggju fløgu ?Year Zero? fyri ovurprís. Í samrøðu í farnu viku við blaðið Herald Sun, skýrur Reznor plátufeløgini sum tjóvar og hann hevur í sama viðfangi givið umboðum fyri plátufeløgum forboð fyri at sleppa ókeypis til hansara konsertir.

 

- Eg havi eina útgávu eftir á einum altjóða plátufelag ? eftir tað fert tú ongantíð aftur at síggja meg fangaðan í slíkari støðu?, er Reznor endurgivin fyri at siga.

 

- Um eg kundi gjørt tað, eg havi hug til júst nú, so hevði eg sjálvur givið út mína næstu fløgu og tú kundi so downloada løgini av mínu síðu í høgari góðsku fyri 4 dollarar á Paypal.

 

Vit her á planet.fo hava áður kunna sagt frá, hvussu Reznor á heimasíðuni hjá Nine Inch Nails var í øðini, tá hann fann út av, at ?Year Zero? varð seld fyri ovurprís samanborið við aðrar útgávur frá somu plátufeløgum.