Reytt kort til Beckham

David Beckham var annan dystin á rað at síggja hjá Real Madrid, tá teir spældu málleysan javnleik móti Betis um vikuskiftið. Hesa ferð gekst tó ikki heilt so væl hjá Beckham, sum móti dystarenda varð rikin av vølli fyri hevnisøku móti Jose Isodoro. Javnleikurin ber við sær, at Realm Madrid enn er á fjórða plássinum. Fýra stig aftan fyri Barcelonog Sevilla.