Í 18 minuttir var B36 væl við í dystinum móti NSÍ. Liðið var umskipað, tí Lukasz Cieslewicz hevði leikbann og Súni Olsen varð fluttur fram á framrættaða miðvøllin. Tað riggaði væl. B36 hevði fleiri góð uppspøl, har Súni Olsen átti ein fót í teimum flestu. Hann hevði eisini eitt gott skot.
Í 18. minuttir er B36 á veg í álop og Adeshina Lawal er á veg í álop, tá dóamrin bríkslar. Tað endar við, at Róaldur Jakobsen brádliga fær beinleiðis reytt kort. Talan var ikki um eina fótbóltsliga hending, men heldur um óhøviskan atburð, ið kosaði B36 miðvallaranum útvísingina.
NSÍ ger alt rætt
Reaktiónin frá NSÍ var júst sum Heðin Askham kundi kundi ynskt sær. Meðan B36 stríddist fyri at umskipa seg, so tók NSÍ yvir og útnyttaði yvirtalsstøðuna til fulnar. Á miðjuni tók Magnus Hendriksson Olsen yvir, meðan Árni Frederiksberg saman við Jann Martini Mortensen, Andy Olsen og Klæminti Olsen byrjaðu at finna hvønn annan við skjótum og góðum spæli.
Her orkaði B36 enn at hótta við mótálopum og tað endaði við, at Sjúrður Jacobsen fekk gult kort fyri at fella Adeshina Lawal í mótálopi.
Sum tíðin gekk nærkaðist NSÍ. Tvær ferðir eru B36 spælarar í vegin fyri góðum skotum, men tá ein hálvur tími var farin gekk ikki longur. Bólturin datt fyri føturnar á fyrrverandi B36 miðvallaranum, Magnusi H. Olsen. Hesa ferð fór bólturin beint í málið, tá hann meddaði til. Málið knekkaði B36 og gav NSÍ møguleikan at slappa eitt sindur meiri av.
Flott avgerandi mál
Avgerandi málið í dystinum, er málið til 2-0. Tað endaliga staðfestur, at B36 ikki hevur nakran møguleika. Tað kemur eitt korter inn í seinna hálvleik, júst sum B36 hevur havt kanska sína bestu løtu í dystinum.
Árni Frederiksberg kemur hegnisligan framvið Høgna Eysturoy og setur kós móti málinum. Endar stutt uttanfyri brotsteigin og spælir Jann Martin, ið prikar bóltin víðari til Andy Olsen, sum skorar.
Eitt flott mál, sum lýsir støðuna hjá NSÍ væl. Teir eru í einum góðum stima og nærkast bæði heiðursmerki og Europa League fótbólti.
Jann Martin haltaði bóltin í mál
Tíggju minuttir fyri tíð fekk NSÍ eitt sermerkt mál. Jann Martin Mortensen fekk ikki spælt og gekk bara og haltaði á vøllinum. Brádliga fekk hann bóltin í vinstru og so vótu NSÍ tríggir móti einum. Tað endaði við, at Jann Martin haltandi rak bóltin inn í brotsteing og skoraði.
Hetta var helst ein blanding av at B36 trýsti, og at teir undirmettu støðuna hjá Jann Martini.
Reyða kortið avgerandi
Tað er ongin ivi um, at reyða kortið er avgerandi fyri gongdina í dystinum. NSÍ skal tó hava rós fyri at spæla dystin rætt, tá teir vóru í yvirtal. Hóast B36 fram til ein hálvan tíma fyri tíð var við, so spældi NSÍ fótbólt, sum gjørdi tað torført hjá B36 at halda høvdinum høgt.
B36 liðið er ikki tað liðið, ið hevur mest av renniorku. Tað sást eisini aftur, men tað er heldur ikki lætt hjá einum ungari verju, sum hevur ein 19 ára gamlan og ein 20 ára gamlan miðverja, at standa ímóti einum tendraðum NSÍ, sum luktar blóð.
NSÍ hevur nú kós móti heiðursmerkjum og Europa League. NSÍ hevur bara eitt stig fleiri enn EB/Streymur og tvey stig frammanfyri B36. Fýra stig eru upp til ÍF, sum hevur HB komandi umfar – og síðani NSÍ.
trondur@sosialurin.fo
Dystargongd:
0-15:
B36 er omaná. Súni Olsen er sjónligur og B36 hóttir, men missir eitt sindur takið móti endanum. (B36 betri)
16-30:
Verjan hjá B36 er illa skipað og NSÍ setir seg á dystinum. Róaldur Jakobsen verður útvístur. (NSÍ betri)
31-45:
NSÍ er spælistýrandi, meðan B36 umskipar seg og skiftur út. B36 tykast fjálturstungnir, men halda tætt.
(NSÍ betri)
46-60:
B36 hóttir við tíggju monnum og hava als ikki givið upp. NSÍ skorar gott mál og er spælistýrandi.
(NSÍ betri)
61-75:
NSÍ hevur fult tamarhald á dystinum og spælir B36 av vøllinum. Blívur heitt á vøllinum og Høgni Midjord og Jens Joensen hepnir ikki at fáa seinna gula fyri taklingar.
(NSÍ betri)
76-90:
NSÍ staðfestur sigurin við málum til 3-0 og 4-0. B36 hevur ikki meiri orku og NSÍ vinnur.
(NSÍ betri)
Stubbi 1:
Einki mál til Klæmint
NSÍ liðskiparin hevur skotið níggju mál í seinastu fýra dystunum fyri NSÍ, men hesa ferð gekk ikki. Hann fekk bóltin í málið einu ferðina, men tá var hann hedur óneyðugt rangstaddur.
Pluss og Minus
Pluss:
Nýggja graslíki. Nýggi vøllurin gevur NSÍ ein møguleika at vísa hvørjar tekniskar dygdir teir hava. Avgjørt til fyrimun fyri NSÍ, sum spældi frálíkan fótbólt – tó undir serligum fortreytum.
Minus:
Róaldur Jakobsen. Kostaði B36 sigurin, tá hann bleiv útvístur. Hetta er ikki honum líkt og helst verður hann fyrigivin, men sett sín keðiliga dám á dystin.
Spælarametingar:
NSÍ:
Kristian Joensen:4
Hevði onkkurt smávegis at fáast við, men eftir útvístingina var tað bara onkur hissini deyðbóltur. Fær eitt 4-tal, men arbeiddi ikki serliga hart fyri at fáa tað.
Jónhard Frederiksberg: 3
Kom ikki so væl frá fyrra hálvleiki og virkaði lítið tendraður. Var alíkavæl spældur í nakrar góðar støður, men stóð millum annað tvær ferðir rangstaddur í støðu, har hann eigur at vita betri. Fekk eitt mál móti endanum
Jens Joensen: 3 (Út 82.min)
Hevði ávísar trupulleikar í fyrrahálvleiki og fekk eisini gult kort, umframt at gera onnur fríspørk. Var heppin ikki at fáa seinna gula kortið eitt stórt korter fyri tíð.
Einar Tróndagjógv: 3
Fluttur í miðverjuna og gjørdi ein uppspælingsfeil tíðliga í dystinum, men hevði eisini gott skot, tá hann kom framvið. Fekk gult kort, sum ikki var gult kort.
Pól Jóhannus Justinussen: 3
Lítið virkin í fyrra hálvleiki. Fekk lítið burtur úr á vinstra bakki, men sum dysturin gekk, so kom hann meiri við. Var óheppin ikki at fáa mál, tá Tórður stórbjargaði góðum stutara.
Magnus Olsen: 5
Virkin í fyrra hálvleiki og kom til fleiri skot. Tað eina av teimum endaði í málinum, tá hann meddaði til uttanfyri brotsteigin. Átti lut í flestu álopunum og vísti gott yvirblikk. Dagsins spælari.
Sjúrður Jacobsen: 4
Virkaði sum balansan á miðvøllinum. Fekk gult kort tíðliga í dystinum fyri at steðga mótálopi. Var við til at fáa NSÍ halda bóltinum koyrandi á miðvøllinum.
Árni Frederiksberg: 5
Hevði okkurt miseydna innlegg, men sjónligur á vonginum við fleiri dribblingum og góðum uppspølum. Eitt av teimum var til 2-0 málið, tá hann hegnisliga slapp frá sínum manni.
Jann Martin Mortensen: 4 (Út 80.min)
Uttan at brúka ov nógvar nertingar ger hann góðan mun. Bleiv skaddur í seinna hálvleiki, men megnaði alíkavl at skora. Átti eisini næst seinasta fótin á 2-0 málinum.
Andy Olsen: 3
Fekk í minna lagi burtur úr, tá hugsað verður um at NSÍ var í yvirtal. Fekk eitt mál, men fekk annars ov lítið burtur úr.
Klæmint Olsen: 3
Arbeiddi hart og tað órógvaði verjuna hjá B36. Var nógv á bóltinum í løtum, men tað bleiv ikki til nakað mál. Skuldi havt skorað, men stóð óneyðugt rangstaddur.
Haraldur Højgaard: (Inn 80.min)
Kom seinastu løtuna í álopið. Ov stutt inni til at gera eina meting.
Andras Brixen Vágsheyg: (Inn 82.min)
Kom inn seinastu løtuna I miðverjuni fyri Jens, sum var á gulum korti. Ov stutt inni til at gera eina meting.
B36:
Tórður Thomsen: 3
Kundi helst havt vart fyri fjóða málinum. Vísti ótryggleika í nøkrum støðum við útspørkum. Hevði eisini eina bjarging í heimsflokki, tá Pól Jóhannus stútaði eftir innlegg.
Høgni Eysturoy: 3
Var millum betri spælararnar hjá B36. Tóktist meiri róligur á bóltinum enn liðfelagirnir í verjuni, emn bleiv millum annað avsettur í 2-0 málinum. Vísti styrki rennidystunum við NSÍ áleyparnar.
Hørður Askham: 2
Hevði fleiri feilir í uppspælinum, sum kundu havt kostað dýrst. Royndist sum altíð væl í nærdystunum, men hesa ferð var avrikið ikki nóg gott.
Robert Heðin Brockie: 2
Somuleiðis fleiri uppspælingsfeilir, og tóktist ikki eins avgjørdi, sum hann hevur verið fyrr. Hevði eisini onkrar trupulleikar við at plasera seg rætt.
Ámund Nolsøe: 1 (Út 40.min)
Kom illa frá byrjan og tað ávirkaði sjálvsálitið á unga mannium, sum bleiv útskiftur stutt fyri hálvleik. Treivst illa í trýstinum, sum NSÍ legði á bakkarnar hjá B36.
Róaldur Jacobsen: 1
Hvat skal tú siga um ein mann, sum fær reytt kort fyri óhøviskan málburð í fyrra hálvleiki. Samdur ella ikki í útvísingini, so er talan um eitt 1-tal.
Evrard Blé: 2
Var í løtum B36 góður, tá hann megnaði at venda spælinum og halda upp á bóltin, men sum dysturin gekk so fánaði hann burtur og orkaði ikki at renna aftaná.
Súni Olsen: 3
Kann hálast upp á eitt 3-tal, men tað er við góðari vælvild, tí hann hevði eisini trupulleikar við at fylgja við í løtum. Hevði nakrar góðar fríspælingar og skot tíðliga í dystinum, men samanlagt var tað undir miðal.
Høgni Midjord: 2 (Út 70.min)
Skuldi verið útvístur tjugu minuttir fyri tíð, tá hann fyrst fekk gult fyri at reagera eftir takling, og síðani takla Árna hart aftaná frá. Bleiv stutt seinni útskiftur.
Gilli Sørensen: 2 (Út 70.min)
Byrjaði á vinstra vongi, men slapp sjáldan til nakað, og var fluttur á vinstra bakk í seinna hálvleiki. Tykist hava mist geistin, ella verður o villa uppspældur í mótálopunum.
Adeshina Lawal: 4
Besti B36’arin á vøllinum. Stríddist allan dystin og vann eina rúgvu av bóltum, líka mikið hvussu torførar umstøðurnar vóru hjá honum.
Jákup á Borg: 2 (Inn 40.min)
Kom inn stutt fyri hálvleik og eina løtu megnaði B36 at hava bóltin og hótta í einstøkum førum. Men fánaði eisini úr dystinum í takt við at NSÍ setti seg á tingini.
Benjamin Heinesen: 2 (Inn 70.min)
Kom inn á vinstru síðu, men dysturin var longu taptur tá, og so skuldi bara verjast fyri.
Rasmus Dan Sørensen: 2 (Inn 70.min)
Kom á høgru síðu og royndi at brúka ferðina til sín fyrimun. Tað mundi eydnast einar tvær ferðir.