(Sjónbandabrot) Eden Hazard varð í kvøld útvístur fyri at sparka ein bóltadrong, sum Chelsea spælarin helst helt tók sær ov góða tíð.
Swansea hevur í kvøld vunnið sær pláss í Liga Cup finlauni. Teir vunnu fyrru hálvfinaluna 2-0, meðan seinna hálvfinalan í dag endaði við málleysum javnleiki.
Støðan í dystinum, sum hevur fingið mest umrøðu, kom eitt lítið korter fyri tíð. Bólturin fór út til málspark til Swansea og ein bóltadrongur fór eftir bóltinum. Vongurin hjá Chelsea, Eden Hazard, tóktist ikki halda at bóltadrongurin skundaði sær nokk.
Hann fór tí rennandi aftaná royndi at fáa fatur á bóltinum. Fyrst dettur bóltadrongurin og endar við at liggja á bóltinum. Síðani royndir Eden Hazard at fáa fatur á bóltinum. Tá tað ikki eydnast í fyrstu atløgu velur Chelsea spælarin at sparka til dreingin og bóltin.
Tað endar við, at bóltdrongurin sjónliga fær ilt og Eden Hazard fær reytt kort.
Til ber at síggja ótrúligu hendingina umvegis heimasíðuna hjá Dailymail við at trýsta HER. (Sjonbandabrotið er niðast í greinini)