Reyni Service bjóða nú 6 mánaða garanti upp á teirra brúktu bilar, sum kosta meira enn kr. 85.000,- Garantiskipanin hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-.
Skipanin fevnir um øll knappliga íkomnin brek, ið ikki skyldast nýtslu brúkarans so sum rust, uttanífrá komnar skaðar ella vantandi tænastueftirlit og viðlíkahald.
Frá Reyni Service verður sagt, at endamálið við hesi skipan er, at tann sum keypir ein brúktan bil frá teimum, ikki skal verða bangin fyri óvantaðum útreiðslum av knappliga íkomnum breki, tað verði seg á motor, gearkassa ella annað, sum er umfatað av hesum brúktbilagarantinum. Hesi brek verða umvæld uttan hóvasták við eini sjálvsábyrd uppá einans kr. 500,-