Reyni Service umboðar Iveco

Iveco umboðið í Føroyum, Reyni Service, fer komandi dagarnar at vísa fram nýggju Dailybilarnar. Tann fyrsti kom til landið í vikuni

? Vit fingu tann fyrsta Iveco bilin heim úr Danmark mánadagin. Tað er ein lastbilur. Í næstu viku fáa vit ein vørubil, og tá fara vit at vísa fram bilarnar, sigur Eivindur av Reyni, stjóri á Reyni Service.

Tað er nú hálvtannað ár síðani, at Reyni Service fekk umboðið fyri Iveco bilarnar í Føroyum, og letur Eivindur av Reyni væl at søluni.

? Vit hava selt einar fimtan bilar tilsamans síðani tá, sigur hann, og leggur afturat, at Iveco er serliga væl kappingarførir í bólkinum millum 3,5 og 10 tons totalvekt.

? Tað passaði okkum eisini væl at fáa hetta umboðið - serliga eftir at Toyota tók stóru bilarnar av marknaðinum, sigur Eivindur av Reyni, sum tí fegnast um, at teir á henda hátt hava møguleika at varðveita teir kundarnar.