Reyni Service ? eitt ára garanti á Plátu- og Lakkeringsverkstaðnum

Plátu- og Lakkeringsverkstaðurin hjá Reyni Service í Hoyvík er størsti verkstaðurin av sínum slagi í landinum. Millum 20 og 40 bilar verða avgreiddir um vikuna. Teir lakkera nú eisini við umhvørvisvinarligum vatnbaseraðum lakki

Magnus Gunnarsson

Tá bilar fingu skaða fyrr í tíðini, var tað eingin í landinum, sum hevði lært at rætta buglur út og at lakkera bilar. Tað var ikki fyrr enn í 1948, tá danin Frits Jensen (1917-1990), Buglu-Jensen, kom til Føroya og byrjaði at umvæla skaðar á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará.
Navnið Buglu-Jensen fekk hann ikki, tí at hann gjørdi so nógvar buglur, men av tí at hann var dugnaligur og nærlagdur og óførur at rætta buglur út. Umstøðurnar hann hevði at arbeiða undir kunnu ikki sammetast við umstøðurnar í dag. Á plátu- og lakkeringsverkstaðnum hjá Reyni Service í Hoyvík koyrir alt sum eftir einum samlibandi. 12 mans arbeiða á verkstaðnum, harav tríggir eru lakkerar.
Verkstaðurin avgreiðir millum 20 og 40 bilar um vikuna, alt eftir hvussu stórir og umfatandi skaðarnir eru. Eisini er verkstaðurin sera væl útgjørdur, har eru t.d. tvær sproytukabinur, nútímans Caroliner upprættarabeinkir, punktsveisitól og annars alt tað sum hoyrir til ein nútímans plátu- og lakkeringsverkstað.
Eitt ára garanti
Herfyri vóru lakkerarar hjá Reyni Service á skeið á tekniska skúlanum í Silkeborg. Danska lakkfyritøkan, Baden-Jensen, skipaði fyri skeiðinum, teir umboða Spies Hecker, ið er størsti lakkframleiðari í vesturheiminum. Serliga var tað nýggja umhvørvisvinarliga Greentec Line lakkið, ið er vatnbaserað, teir arbeiddu við og lærdu at brúka. Hetta lakkið lýkur tey strongu ES-krøvini, ið koma í gildi í 2007. Á Plátu- og Lakkeringsverkstaðnum lakkera teir longu nú við hesum nýggja vatnbaseraða og umhvørvisvinarliga lakkinum. Verkstaðurin gevur eitt ára garanti upp á allar umvælingar.