Reyður meiriluti í Danmark

Um fólkatingsval var í Danmark í dag, so hevði stjórnin falli við einum braki

 

Hóast tað gongur harðast út yvir Javnaðarflokkinum, sum hevði mist 9 tingsessir, um val var í dag, so hevði tað kortini verið reyður meiriluti á tingi, og so kundi Mette Frederiksen hildið fram sum forsætisráðfrú í eini reyðari stjórn, um hinir flokkarnir á vinstraveinginum høvdu viljað samstarvað við hana.

Eins og Javnaðarflokkurin, so ganga hinir stjórnarflokkarnir eisini aftur í kanningini. 

Javnaðarflokkurin fer úr 50 fólkatingssessum niður í 41.

Vinstri fer úr 23 niður í 20 sessir.

Moderatarnir høvdu farið úr 16 niður í 12.

Tað vil siga, at teir tríggir stjórnarflokkarnir høvdu farið úr tilsamans 89 tingsessum niður í 73. Í dag hava stjórnarflokkar ein sess undir tí, sum krevst fyri at hava meiriluta, men í veruleikanum er talan um eina meirilutastjórn, tí stjórnarflokkarnir hava stuðul úr Føroyum og Grønlandi, har trý av fýra fólkatingsumboðum eru vald fyri systurflokkar hjá stjórnarflokkunum.

Men gjørdist hendan kanningin valúrslit, so fall stjórnin við einum braki, tí hon hevur einans 73 sessir aftan fyri seg. 

Ein borgarlig stjórn hevði heldur ikki havt meiriluta. Men tað hevði ein reyð stjórn við Javnaðarflokkinum, SF, teimum Radikalu, Eindarlistanum og Alternativinum havt. 

 

##med2##

 

##med3##