Mynd úr Odesa í morgun eftir eitt russiskt dronu- og rakettálop. Í dag eru tvey ár síðani Russland legði á grannalandið Ukraina Mynd: Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

Reyði Krossur: Stríðið í Ukraina hevur nú vart í tvey ár

»Støðan er sera álvarsom. Vit møta børnum og vaksnum, sum hava upplivað ræðulig ting. Oyðileggingarnar her í landinum eru ómetaliga stórar, og tað er tíverri ongin ivi um, at tað er tørvur á hjálp í langa tíð afturat«, sigur Jakob Harbo, landastjóri í Ukraina.

Mynd úr Odesa í morgun eftir eitt russiskt dronu- og rakettálop. Í dag eru tvey ár síðani Russland legði á grannalandið Ukraina Mynd: Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

– Fyri fleiri av ukrainunum hevur tað verið ein lætti at koma til Føroyar. Men ræðuleikarnir, tað at verða rivin upp við rót so brádliga, og at missa síni kæru, seta djúp spor í fólk. At sameina seg við nýggja samleikan sum flóttafólk og at trívast í einum nýggjum landi, við einari heilt aðrari mentan og fremmandum máli, kann taka langa tíð og krevur tol og opinleika - bæði av flóttafólkunum og av okkum sum samfelag, skrivar Reyði Krossur. 

 

– Tað er millum annað tí vit hava 'Reyða Kross Vinir', sum eru við til at byggja brýr millum flóttafólk og lokalsamfelagið. Slíkt arbeiði hevur nógvar fyrimunir fyri bæði einstaklingin, nærumhvørvið og samfelagið.

 

Fyri nógvar ukrainar í Føroyum spæla sjálvbodnu Reyða Kross Vinirnir ein týdningarmiklan leiklut í, hvussu tey trívast her. "Vit eru sera glað fyri at hava góðar vinir her. Tey greiða okkum frá siðvenjum og mentanini. Vit drekka kaffi, bara práta og njóta góða útsýni", greiða Tatsiana og Vitalli úr Ukraina frá um teirra Reyða Kross Vinir. 

 

– Tað eru framvegis flóttafólk, sum koma til Føroyar at leita sær friðskjól. Tørvur er tí framhaldandi á fleiri sjálvbodnum og somuleiðis á bústøðum at leiga til flóttafólk. 

 

Les meir um Reyða Kross Vinir og tekna teg sum sjálvboðin her: https://redcross.fo/rkvinir/ Skráset tín bústað her: https://redcross.fo/leigubustad/ 

 

– Túsund takk til ØLL sjálvboðin, og øll, ið hava gjørt, og framvegis gera, eitt risa arbeiði fyri flóttafólk, skrivar Reyði Krossur í Føroyum.

 

Mynd úr Odesa í morgun eftir eitt russiskt dronu- og rakettálop. Í dag eru tvey ár síðani Russland legði á grannalandið Ukraina Mynd: Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix