Reyði Krossur manglar innsavnarar

Leygardagin 12. september skipar Reyður Krossur fyri árligu innsavningini, men felagsskapurin manglar 130 innsavnarar.

 

Hjálparfelagsskapurin Reyður Krossur skipar leygardagin fyri árliga landsinnsavningini hjá felagsskapinum.


Í ár er tó stórur mangul á fólkum, ið kunnu hjálpa við innsavningini í Havn. Felagsskapurin upplýsir, at tørvur er á 130 innsavnarum í Havn. Mett verður at ruturnar taka tveir til tríggjar tímar.


Sum heimsins størsti hjálparfelagsskapur við 13 milliónum sjálvbodnum í 189 londum er Reyði Krossur altíð til staðar og hjálpir, har kríggj og náttúruvanlukkur leika.


Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi savnar inn pening bæði til sosiala virksemið í Føroyum og til hjálpararbeiðið úti í heimi.


Ynskja fólk eina serstaka rutu í Havn, ber til at ringja á 319630 ella skriva til redcross@redcross.fo. Skriva telefonnummar og hvar tú ynskir at ganga, so Reyði Krossur kann ringja til tín.


Í Havn verða bússur og rutur útflýggjaðar klokkan 10 leygarmorgunin 12. september á Reyða Krossi, Bryggjubakki 10.