Endurnýtsluhandilin fer at halda til í kjallarinum, har matvøruhandilin KEYP er, og inngongdin verður á sunnaru síðu. Tað skrivar Vágs Kommuna á heimasíðu síni.
– Hetta merkir, at endurnýtslan av lutum hjá Vágs Kommunu letur aftur. Borgarar, sum vilja lata lutir til endurnýtsluna, skulu framvegis seta lutir í endurnýtslubingjuna, sum stendur vestanfyri bingjuplássið yviri á Oyrunum, skrivar kommunan
Ætlanin er at skipa viðurskiftini øðrvísi við at ein bingja verður sett upp í Garðatuni, har borgarar kunnu lata lutir til Reyða kross. Vágs Kommuna lýsur við hesum, tá byngjan er sett upp í Garðartúni.
Endurnýtsluhandilin hjá Reyða krossi letur upp fríggjadagin. Nærri kunning um upplatingina kemur frá Reyða krossi.