Fyri at stuðla og menna sosiala og psyko-sosiala arbeiði í Føroyum, fáa fýra føroyskir felagsskapir og stovnar nú samanlagt 40.000 krónur frá Reyða Krossi Føroya.
Í ár hevur Reyði Krossur Føroya eisini latið 300.000 krónur til at hjálpa arabiskum flóttafólkum og 100.000 til stríðið ímóti ebola-farsóttini, og tær 40.000 krónur til arbeiði í Føroyum koma frá landsinnsavningini.
– Fountainhúsið, Kris, Kvinnuhúsið og Berin fáa 10.000 krónur hvør frá Reyða Krossi Føroya til sítt arbeiði, og Hjalti í Jákupsstovu, formaður í felagsskapinum.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.