Tað er ikki bara hennara hátign, Margreta drotning, sum í dag gongur á reyðum løbarum í havnargøtum. Tað gera børnini eisini.
Á Bryggjubakka og í Bringsnagøtu er pyntað til børnini. Dagstovnarnir í býnum eru farnir oman at taka ímóti drotningini, og í hesi løtu sita nógv børn og eta matpakka í Bringsnagøtu og á Bryggjubakka, har Tórshavnar kommuna hevur sett upp borð og beinkir og pyntað við ballónum og reyðum løbara – bara til børnini.
Sí fleiri myndir niðanfyri: