Reyðu kortini fuku í vindinum

Tvey reyð kort vórðu havd á lofti, tá B36 fríggjadagin økti um leiðsluna, og yvirhøvur var talan ikki um nakran vakran fótbóltsdyst

B71-B36 1-2 (0-2)


Líkindini vóru ikki av teimum bestu, tá árstalsfeløgini bæði, B71 og B36, tørnaðu saman á Sandi dýra biðjudag. Nógvur vindur lá eftir vøllinum, og hetta darvaði eisini spælinum rættuliga nógv, soleiðis at talan sjáldan gjørdist um nakað væl skipað fótbóltsspæl, men heldur um langar bóltar, í vón um at onkur vandamikil støða kundi spyrjast burturúr.


Vindurin stýrdi

B36 hevði vindin í ryggin fyrra umfarið, og hetta viðførdi eisini, at oddaliðið kundi leggja stórt trýst á sandoyarmálið.

Hetta gav eisini úrslit, tá bert seks minuttir vóru leiktir, men málið kom heldur av ósketnum verjuspælið hjá vertunum, enn góðum álopsspælið.

B36 átti fríspark stutt inni á sandoyarhálvuni. Mikkjal Thomassen sendi bóltin hart móti málinum, har Ronnie Samuelsen var hægstur og fekk snittað bóltin til ein púra leysan Håkan Lundholm, sum ótarnaður kundi leggja gestirnar framum.

Ein kundi kanska trúð, at skjóta málið fekk B36 leikararnar at taka sær meira av løttum, men so var kortini ikki. Við hjálp frá veðurgudunum royndu teir framhaldandi at trýsta spælið oman móti B71 málinum, men hóast trýstið var nógv, so spurdust tó ongantíð teir stóru málmøguleikarnir burturúr. Nærmast vóru teir við, tá Kenneth Jacobsen royndi seg við einum bleytum skoti, sum fór upp um Waldemar, men á tvørstongina, og so fingu teir á heimaliðnum ruddað.

Áskoðararnir vóru soleiðis um at sláa seg til tols við, at munurin í hálvleikinum skuldi verða eitt mál, tá ósketni í sandoyarverjuni enn einaferð kostaði mál.

Bergleif Sólsker var staddur ov langt frá Håkan Lundholm, tá hesin fekk bóltin, og í eini roynd at steðga svianum, togaði verjuleikarin í troyggjuna, og so ljóðaði floytan hjá dómaranum. Jákup á Borg setti brotssparkið trygt í netið, og sostatt kundi B36 fara til hálvleiks við eini hampuliga tryggari leiðslu.


Rok móti endanum

Í seinna hálvleiki hevði B36 vindin í ryggin, og teir royndu eisini at gera sær dælt av hesum, eins og B36 hevði gjørt tað í fyrra. Hálvleikurin var ikki gamal, tá skot frá Jón Brekku, varð ruddað á mállinjuni, og yvirhøvur var bólturin rættuliga nógv á B36 hálvuni frættist av Sandi.

B36 hevði tó góðan møguleika at økja, tá Jákup á Borg slapp leysur miðskeiðis í hálvleikinum, men enn einaferð gav Waldemar Nowicki eitt dømi um, hví hann verður roknaður sum fremsti málverji í landinum.

Sandoyingar royndu so framvegis at trýsta, men tá einir 15 minuttir vóru eftir at spæla, vórðu teir tó álvarsliga skerdir. Í eini roynd at skumpa Jákup á Borg burtur, rakti Eli Hentze B36 leikaran í andlitið, og so noyddust sandoyingar brádliga at vera kanska týdningarmesta leikara sín fyri uttan.

Sjálvur segði Eli eftir dystin, at reyða kortið helst var í lagi. - Eg royndi at skumpa hann burtur við arminum, men tá hann júst var á veg niður eftir bóltinum, rakti eg hann í andlitið. Sjálvandi spælir hann eisini upp á reyða kortið, við at blaka seg niður, men tá eg rakti andlitið, so er tað helst reytt kort, segði liðskiparin hjá B71.

Munurin í manntalinum varð tó skjótt javnaður, tí minuttin eftir var tað Jákup á Borg, sum noyddist út. Eftir nærdyst og eftirfylgjandi orðadrátti við Alex Nielsen, skumpaði Jákup til danan, og so fall dómurin. Eins og Jákup hevði gjørt tað áðrenn, so royndi Alex eisini at fáa sum mest burtur úr støðuni, og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

Beint eftir hetta kom enn meira dramatikkur í dystin, tá tað eydnaðist B71 at minka um munin. B71 átti fríspark stutt uttan fyri brotsteigin. Tróndur Vatnhamar, sum annars stóð ein góðan dyst, megnaði ikki at halda skotinum, sum umvegis hendurnar á málverjanum fór á stongina, og so var Jógvan Jón Petersen fyrstur á.


Vandamikil hornaspørk

Eftir málið royndu sandoyingarnir at trýsta enn meira, men tað eydnaðist ongantíð at fáa enn eitt mál, og harvið annað stigið.

Sum so høvdu teir ongar upplagdar møguleikar, men av Sandi siga tey, at talan fleiri ferðir varð um vandamiklar støður. Serliga vóru tað hornaspørkini hjá Julian Florescu, sum elvdi til spentar løtur inni í brotsteiginum, men hvørja ferð megnaði Tróndur at beina bóltin burtur frá málinum. Samdi Julian hevði eisini eina vandamikla frísparksroynd, sum Tróndur eisini fekk jústað út til hornaspark.

Nógv hevur annars verið tosað um, at B36 hevur leitað eftir málverja til besta liðið, men á Sandi siga tey seg ikki skilja, at so skal vera, tí Tróndur stóð enn einaferð ein góðan dyst í málinum.

Annars frættist av Sandi, at fleiri leikarar vóru um at gerast rættuliga heitir móti endanum av dystinum, men at tað tíbetur ikki gjørdist neyðugt hjá dómaranum at fara í reyvalumman nakra ferð aftuat.

Eftir dystin vóru sandoyingarnir rættuliga vónbrotnir um tapið, sum teir hildu vera meira ella minni óneyðugt. Eli Hentze ásannaði tó samstundis, at tað var teimum sjálvum at takka, at so var. - Spælið í fyrra hálvleiki var langt ífrá nóg gott frá okkara síðu, og serliga eftir góða avrikið á Toftum sunnudagin, var hetta skuffandi hjá okkum.


Ungur aldursforseti

Dysturin fríggjadagin var fyrsti dysturin hjá B36, síðani John Petersen varð seldur av landinum. Harumframt noyddust havnarmenninir eisini at vera stuðulsleikarar sum Bjarna Prior og Jens Kristian Hansen fyri uttan, og tí er einki at siga til, at teir vóru sera fegnir um sigurin.

Ístaðin fyri hesar leikarar, var pláss til Håkan Lundholm, Carl Herup Høgnesen og Kenneth Jacobsen. Allir ungir leikarar, og at talan í stóran mun er um ungar leikarar á liðnum, verður undirstrikað av, at Magni á Lakjuni við sínum 26 árum var aldursforseti á B36 liðnum.

Ungu leikararnir stóðu tó royndina, og harumframt lagaðu úrslitini í hinum dystinum seg júst soleiðis, sum oddaliðið kundi ynskt sær. Sostatt betraði B36 um støðuna á stigatalvuni, har teir nú eru seks stig framman fyri næstu kappingarneytararnar. HB kann tó minka nakað um munin, um teir vinna útsetta dystin móti FS Vágum.

Hóast fegin um sigurin, so var tað tó ein sera vónbrotin Jákup á Borg, sum vit tosaðu við eftir dystin. Hann var fult greiður um, at reyða kortið, sum hann fekk, var ein bæði býtt og óneyðug útvísing. Harumframt hevði reyða kortið við sær, at B36 eisini má vera toppskjúttan tey bæði seinastu árini fyri uttan, tá teir sunnudagin skulu leika móti grannunum úr HB í kappingini um Løgmanssteypið.


B71-B36 1-2 (0-2)

0-1: Håkan Lundholm 6.

0-2: Jákup á Borg 39.

1-2: Jåogvan Jón Petersen 77


Dómari: Suni Johansen


B71:

Waldemar Nowicki - Bernhard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker - Høgni Hansen, Eli Hentze, Julian Florescu, Kári Nielsen, Jógvan Jón Petersen - Alex Nielsen, Kristian Nielsen


B36:

Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen - Carl Herup Høgnesen, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Magni á Lakjuni - Kenneth Jacobsen, Ronnie Samuelsen, Håkan Lundholm