Reyðsprøka vánaligan prís

Í gjár vóru fleiri trolbátar á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og tað var serliga reyðsprøka, sum teir høvdu. Góð 15 tons blivu seld, men prísurin var vánaligur. Reyðsprøka I fór fyri 7,32 krónur, og reyðsprøka II fekk meðalprísin 7,47 krónur fyri kilo.

Trolbátarnir høvdu eisini eitt sindur av tungu og havtasku. Tunga II fór fyri 17,74 krónur og tunga III fyri 17,41 krónur, og prísurin á havtasku lá um 27,65 krónur í meðal.

Uppboðssølan seldi eisini fiskin frá einum línuskipi, sum hevði 25 tons av brosmu og 15 tons av longu. Øll brosman fór fyri 8,78 krónur í meðal, longa II fór fyri 12,00 krónur og longa III fekk meðalprísin 11,30 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 85 tons í gjár fyri eina millión krónur.

Í dag vóru bara 28 tons á marknaðinum. Seks tons av hvítingi fóru fyri 11,94 krónur í meðal, hýsa II fór fyri 12,17 krónur og hýsa III fyri 12,51 krónur. Knappliga fimm tons vóru av toski. Toskur III fór fyri 12,96 krónur og toskur IV fyri 13,12 krónur, og góð fýra tons av kongafiski fingu meðalprísin 8,78 krónur.

Tey 28 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri knappar 400.000 krónur.