Í Ukreina tosaðu tey um at býta landið í helvt, so tey, sum halda við ES, fáa sína helvt og tey, sum halda við Russlandi og Rambowannabe ribbaldinum Putin, fáa sína helvt.
Men so var ES fyrr enn Russland í Ukreina og fekk tey at binda frið og lissurnar eina løtu.
Russar komu so eisini seinni, nakað seinkaðir.
Men tað var annars eitt frálíkt hugskot, hatta at býta landið í helvt, tí so kann borgarakríggið konventera til marknastríð.
Hetta, at býta lond sundur, er roynt áður, oftast við brúkiligum úrsliti.
Vit áttu at roynt her í Føroyum, hóast tað verður nakað tað saman sum at býta eitt null í helvt, tí landið er so lítið.
Vit kunnu býta Føroyar millum teirra, sum halda við Danmark, og teirra, sum halda við Føroyum. Níggju oyggjar í part og harafturat hvør sína helvt av Tindhólmi og loftrúminum.
Men kanska er hugskotið ikki so gott kortini. Sundurlyndið fer at gera, at hvør helvtin síðani skal býtast í nógvar partar, og so verða bara útoyggjar eftir.
Nakað samveldi verður ikki, men sundurveldi. Einasta samband millum hjálondini og hjálondini verða tunlar.
Næstu ferð mjólkarprísurin fer upp, sama hvør liturin er, flyti eg til Danmarkar at drekka mjólk. Ikki vatn, tí tað kostar í Danmark.
Her er so dýrt, so dýrt í Føroyum.
Hoyrdi nú ein vátan dag, at Lúruta Systirin kemur ikki kortini í summar at kappast við nýggja Betesda um sálirnar. Hon hevur ikki ráð. Tað er so dýrt at flúgva til Føroya, at konsertferðir eru útilokaðar.
Enn eitt dømi úr rúgvuni. 90 kr. fyri fimm tímar við Smyrli, alt alt ov nógv.
Tá eg eri fluttur til Danmarkar, kann eg vitja mammu mína. Hálvan annan tíma við toki fyri 120 kr.
Og tað er ein prísur, sum ikki koppar nakrari fíggjarætlan hjá Hr. og Fru Jensen ella flóttum úr Føroyum.
Men, bíða nú, tá Smyril er vorðin privatur, verður flogið nógv betri – og bíligari, nógv bíligari.
Mjólkarvirkið er privat. So mjólkin er ikki dýr. Hon er bílig. Eingin grund til at rýma.
Ein sannleiki kann sigast og skrivast so ofta, at hann gerst ein lygn.
Eisini tí, at í Føroyum fáa vit Bíbliuna fyri einki, tvær enntá í postkanna, dupultan ævigan sannleika fyri einki.
Í Danmark kostar Bíblian pengar. Men tað ber sjálvandi til at stjala eina á onkrum hotelli. Tær plaga at liggja í ovastu og einastu skuffuni í náttborðinum, so pláss ikki er fyri nógvum øðrum har. Tað er synd og tíggjuboðabrot at stjala. Men tað veldst um, hvat verður stolið.
Og heilt ókeypis verður hon ikki kortini. Tí tað kostar at gista á hotelli, eisini í Danmark.
Í fjølmiðlunum telgja tey sær fanar. Knívurin er hvassur.
Í Danmark eru nóg nógv fólk nú, so tykkum nýtist ikki at gera fleiri børn í Føroyum.
Tá eg var hálva øld yngri, stríddist eg sum flestir javnaldrar tá við at yrkja og skriva søgur og sjónleikir.
Men eg gavst og tveitti allan mín skaldskap, millum annað minst tvær byrjaðar skaldsøgur og ein næstan lidnan sjónleik, í ovnin, tá ein floksfelagi gav mær hesa yrkingina, Reyð og blá, eitur hon. Hana goymdi eg. Og fann hana nú ein dagin, av tilvild millum pappír frá óvitaárunum.
Yrkingin er soleiðis. Hon er fitt, haldi eg. Og hon var bara eittans ørindi, tað eg minnist:
Hatta riggar ikki/ segði tú, tá eg málaði gongini reyða og bláa/Tá tú komst inn úr kuldanum/við reyðum kjálkum og bláum eygum/riggaðu tit báðar.