Reyð kort, brend brotsspørk og ósemja

Premier League: Manchester City hevur ikki vunnið í tríggjar dystir

Manchester City er framvegis oddalið, men brendi tvey brotsspørk og spældi bara javnt móti Everton í dag. Undir liðini á teimum liggur Arsenal, sum hóast eitt reytt kort til Granit Xhaka vann 3-2 á Swansea.

 

Manchester City var favorittur á heimavølli móti Everton, men tað bleiv bara til ein 1-1 javnleik. Ein av høvðusorsøkunum var, at Manchester City brendi ikki færri enn tvey brotsspørk. Fyrst Kevin De Bruyne og síðani Sergio Aguero.

 

Á Emirates leikvøllinum vann Arsenal 3-2 á Swansea, men tað kundi verið verri, tí Arsenal fekk í seinna hálvleiki Granit Zhaka útvístan. Tað er áttandi ferð seinastu trý árini, at miðvallarin hjá Sveis er útvístur. Við sigrinum kemur Arsenal upp á 19 stig, ið er eins nógv og Manchester City.

 

Diego Costa óður

Ævintýrið um Leicester, sum púra óvæntað vann Premier League farna kappingarár, endar ikki við ”happily ever after”. Í dag taptu teir heili 3-0 fyri Chelsea, og hava nú tapt fleiri ferðir við fleiri málum.

 

Diego Costa, Eden Hazard og Victor Moses skoraðu málini, men ein meiri umtalað hending er, tá Diego Costa ynskir at blíva útskiftur, men venjarin Antonio Conte sigur nei. Umstríddi framherjin var eitt gult kort frá at fáa leikbann móti Manchester United.

 

Mest óvæntaða úrslitið stóð Bournemouth fyri, sum vann heili 6-1 á Hull City.

 

Premier League 8. umfar:

Chelsea 3 - 0 Leicester City

AFC Bournemouth 6 - 1 Hull City

Arsenal 3 - 2 Swansea City

Manchester City 1 - 1 Everton

Stoke City 2 - 0 Sunderland

West Bromwich Albion 1 - 1 Tottenham Hotspur

 Crystal Palace 0 - 0 West Ham United (17.30)