Reyði vongur langt framanfyri fáar dagar fyri valið

Borið saman við seinasta fólkatingval missa stjórnarflokkarnir í Danmark tíggju prosentstig í seinastu kanning frá Voxmeter.

104 sessir til reyða vong ímóti bara 71 til bláa vong.

Nú tríggjar dagar fyri fólkatingsvalið standa reyðu flokkarnir í seinastu kanning frá Voxmeter til at vinna stórsigur.

Allir flokkar á reyða veingi hava framgongd uttan Alternativi, sum í kanningini bara fær 2,7 prosent av atkvøðunum.

Á bláa veingi er tað serliga Danski Fólkaflokkur, sum missir veljarar. Kanningin gevur flokinum bara 10,7 prosent av atkvøðunum. Men eisini Liberal Alliansa og Vinstri standa til at missa ávikavist 4,5 og 2,1 prosentstig samanborið við valið í 2015.

Her er alt yvirlitið yvir nýggjastu Voxmeter-kanning. Tølini í klombrum er úrslitið av seinasta fólkatingsvali:

* Socialdemokratiet: 28,3 / 52 sessir (26,3 prosent)

* Det Radikale Venstre: 8,4 / 15 sessir (4,6 prosent)

* Det Konservative Folkeparti: 5,0 / 9 sessir (3,4 prosent)

* Nye Borgerlige: 2,5 / 5 sessir (0,0 prosent)

* Socialistisk Folkeparti: 8,3 / 14 sessir (4,2 prosent)

* Liberal Alliance: 3,0 / 5 sessir (7,5 prosent)

* Kristendemokraterne: 1,8 / 0 sessir (0,8 prosent)

* Dansk Folkeparti: 10,7 / 20 sessir (21,1 prosent)

* Venstre: 17,4 / 32 sessir (19,5 prosent)

* Enhedslisten: 8,9 / 16 sessir (7,8 prosent)

* Alternativet: 2,7 / 5 sessir (4,8 prosent)

* Klaus Riskær Pedersen: 0,3 / 0 sessir (0,0 prosent)

* Stram Kurs: 1,6 / 0 sessir (0,0 prosent)

* Øvrige: 0,5 / 0 sessir

Reyði vongur tilsamans: 57,2 prosent - 104 sessir (47,7 prosent – 85 sessir)

Blái vongur tilsamans: 43,5 prosent - 74 sessir (52,3 prosent – 90 sessir)

Øll prosenttøl fyri flokkarnar eru rundað til ein desimal. Tað er tí, at atkvøðutølini tilsamans ikki geva 100 prosent.

Kanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøðu í tíðarskeiðinum 30. mai til 1. juni 2019 við 1006 umboðandi útvaldar persónar yvir 18 ár.

Voxmeter ringir hvønn dag til umleið 330 nýggjar veljarar, sum kanningin verður dagførd við tann dagin.

Mesta óvissan í kanningini er upp á umleið +/- 2,8 prosentstig.

Keldur: Voxmeter for Ritzau.

 

/ritzau/