Talan var um árligu Landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum hesaferð varð send sum beinleiðis sjónvarpssending úr Norðurlandahúsinum.
Koronusmittan hevur við sær, at Reyði Krossur í ár ikki sendir sjálvboðin fólk út í heimini kring landið við bússuni at savna pengar. Í staðin varð innsavningin send sum sjónvarp, har fólk og fyritøkur høvdu høvi at stuðla umvegis telefon ella bankaflytingar.
Formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, var ovurfegin um pengarnar.
3.333.090 krónur.
– Hetta var heilt ótrúligt. Vit høvdu sett okkum fyri at sláa metið fyri nøkrum árum síðani, tá 1,4 milliónir krónur komu inn. Vit eru sera fegin og sera takksom, segði Jóannes Eidesgaard.
##med2##
Øll, sum ringdu til stuðulsskipanina hjá Reyða Krosi vóru við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Suzuki Swift Hybrid.
Hepni vinnarin av bilinum gjørdist Eyðgerð Niclasen í Miðvági.
– Hetta var fantastiskt, ein góð jólagáva, segði hepni vinnarin, tá verturin Eyðun Klakstein ringdi at siga henni, at hon hevði vunnið bilin.
##med3##
Umframt bilin vóru 10 gávukort frá FK upp á 2.000 krónur burturlutað.
Vertir í sendingini vóru Barbara Holm og Eyðun Klakstein.