Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum »Ársins Fyrstahjálpara 2009«.
Tann, sum verður kosin »Ársins Fyrstahjálpari 2009«, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
- Endamálið er ikki einans at tilnevna »Ársins Fyrstahjálpara 2009«, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi.
Løgregla, bjargingarfeløg, skaðastovur, brandlið, virkir, stovnar og einstaklingar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya.
Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars fæst frá Reyða Krossi, verður at senda Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2010.
Ætlanin er at tilnevna »Ársins Fyrstahjálpara 2009« mikudagin tann 11. februar 2010.
Sí: www.redcross.fo