Reyði Krossur í Føroyum savnar nógv tons av brúktum klæðum inn hvørt ár.
Nakað av hesumverður selt í handlunm hjá Reyða Krossi í Havn og í Vági, og restin fer til Danmarka,r har aftur nakað verður selt, og nakað verður pakka og sent til vanlukkurakt lond.
Klæðini skulu savnast inn, skiljast, pakkast og flytast, og Reyði Krossur sóknast eftir nýggjum bólkaleiðara at skipa hetta arbeiði saman við øllum teimum mongu sjálvbodnu í bólkinum.
Bólkaleiðarin hevur ábyrgdina av, at fólk eru til at savna inn, at fólk eru at skilja alt tað, ið inn kemur, at alt verður pakkað og flutt á rætt stað.
Í løtuni eru eini 40 sjálvboðin í bólkinum, og arbeiðið er væl skipa. Um hetta hevur áhuga vend tær til dagliga leiðarin hjá Reyða Krossi Siri Tórgarð á tlf 28 36 30, ella á teldupost siri@redcross.fo.