Reyði Krossur: Okkum tørvar innsavnarar í Havn

– Okkum manglar enn innsavnarar í Havn at ganga við bússu í dag til landsinnsavningina.

 

Tað siga tey av Reyða Krossur í Føroyum fyri løtu síðani.

 

Landsinnsavningin er í dag, og hevur tú hug at hjálpa Reyða Krossi, so er bert at møta upp á hjá Reyða Krossi.

 

– Vilt tú hjálpa, so kom oman á Bryggjubakka 10 og fá bússu og rutukort! Ein ruta tekur bert umleið tveir tímar at ganga. Við at savna inn pening til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, ert tú við til at hjálpa børnum og vaksnum, ið eru hart rakt av vápnaðum stríði og náttúruvanlukkum, so tey fáa mat, reint vatn og eitt nú tjaldbúðir til at verja tey móti regni og vindi, skrivar Reyði Krossur.