Reyði Krossur letur 500.000 krónur til Yemen

Stuðulin fer til verkætlanir, ið áhaldandi arbeiða fyri at betra um lívskorini í Yemen

Reyði Krossur Føroya letur kr. 500.000 í neyðhjálp til Yemen. Stuðulin fer til verkætlanir, ið áhaldandi arbeiða fyri at betra um lívskorini í Yemen, eitt nú verkætlanir innan reinføri, mathjálp, vatn og grundleggjandi heilsutænastur.

– Stríðið í Yemen hevur havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava verið fyri skaða ella eru heilt lagdir í oyði. Mett verður, at meir enn 2. milliónir børn mangla skúlagongd. sigur Reyði Krossur Føroya.

– Yvir 22 milliónir menniskju hava tørv á bráðfeingis hjálp í Yemen. 8 milliónir menniskju mangla mat, og hungursneyð ræður millum 3 milliónir kvinnur og børn.

– ST hevur almannakunngjørt, at spenta støðan í landinum ger Yemen til heimsins størsta humanitera kreppustað. Heilsuverkið er undir stórum trýsti, og einans 50% av heilsuverkinum er virkið í løtuni. Ein avleiðing av hesum er, at 16 milliónir menniskju hava tørv á heilsu- og læknaviðgerð.

Við hesum stuðlinum fær yemenski Reyði Hálvmáni tryggjað, at tænasturnar í teimum fimm heilsuklinikkunum, sum yemenski Reyði Hálvmáni og Reyði Krossur í Danmark reka, kunnu halda áfram, og at arbeitt verður við sálarligu heilsuni hjá borgarum í Yemen.

– At tryggja hesi er ikki minni umráðandi í hesum døgum, nú familjur í Yemen eru fyri enn einum ósjónligum vanda – koronafarsóttini, sigur Reyði Krossur Føroya.