Reyði Krossur hjálpir svongum familjum í Grønlandi

Evakuerað fólk í Grønlandi fáa mathjálp frá Reyða Krossi

Reyði Krossur hevur seinastu tíðina hjálpt fólkunum, sum vórðu evakuerað eftir flóðalduna nærindis Ummannaq. Íslendsku og donsku deildirnar av Reyða Krossi hava sent fólk at hjálpa grønlendsku deildini, og sambært Sermitsiaq kemur útlendska hjálpin væl við.

- Mín uppgáva hevur verið at raðfesta hjálpina. Nógvar familjur hava verið svangar, og tað hevur havt hægstu raðfesting hjá okkum, sigur íslendski Jón Birgisson, sum seinastu tríggjar vikurnar hevur arbeitt í Grønlandi, við Sermitsiaq.

Reyði Krossur hevur latið evakueraðu familjunum eina peningaupphædd til at keypa mat og neyðsynjarvørur fyri, men tey hava avmarkað upphæddina, tí grønlendska heimastýrið hevur gjørt greitt, at verður upphæddin ov stór, skal skattur gjaldast, skrivar Sermitsiaq.