Reyði Krossur heldur, at afghanar og hermenn hjá teimum útlendsku deildunum í Afghanistan skulu hava somu atgongd til at fáa viðgerð á hernaðarsjúkrahúsunum í landinum Viðmerkingin kemur, eftir at ein talsmaður fyri tær donsku deildirnar í Afghanistan hevur sagt, at viðgerðin á hernaðarsjúkrahúsunum er ymisk, alt eftir hvør sjúklingurin er.
Anders Ladekarl, sum er aðalskrivari hjá danska Reyða Krossi, fegnast um, at afghanar fáa viðgerð á teimum útlendsku hernaðarsjúkrahúsunum, men hann sigur tað vera skeivt, at teir útlendsku hermenninir verða tiknir fram um teir afghonsku í viðgerðini.