Altjóða Reyði Krossur hevur verið fyri atfinningum, tí felagsskapurin lærir afghanskar talibanar fyrstuhjálp, men atfinningarnar fáa ikki felagsskapin at gevast við frálæruni.
Atfinningarnar ímóti Reyða Krossi og muslimska bróðurfelagsskapinum Reyða Hálvmána hava verið serliga hvassorðaðar, eftir at tað er komið fram, at síðani 2006 hava felagsskapirnir lært talibanar, hvussu teir skulu hjálpa fólki, sum er vorðin særd. Tað seinasta skeiðið í fyrstuhjálp var í apríl, og tá luttóku 70 talibanstríðsmenn.
Bretska blaðið The Guardian endurgevur ein embætismenn í Afghanistan, sum er í øðini um, at Reyði Krossur lærir talibanar, hvussu teir kunnu sleppa við lívinum, tá teir verða særdir.
-Teir hava ikki uppiborið at verða viðfarnir sum fólk, sigur embætismaðurin, sum ikki vil leggja navn til orðini.
Men Altjóða Reyði Krossur letur ikki atfinningarnar við seg koma. Felagsskapurin sigur, at sum óheftur partur er tað hansara uppgáva at hjálpa øllum.
-Tað er ein avgerandi uppgáva hjá Altjóða Reyða Krossi at hjálpa fólki at gerast frísk, sama hvørjum parti tey stríðast við, sigur Christian Cardon, sum er talsmaður hjá Altjóða Reyða Krossi.