Omanfyri 200.000 fólk í Indonesien, harav fleiri teirra eru børn, standa í løtuni heimleys og við eini ótryggari framtíð.
Jarðskjálvtin um vikuskiftið tók við sær tað tey áttu, bæði familju og heim, - snøgt sagt alt. Eftir standa hesi fólkini einsamøll, svong og illa fyri.
Mong menniskju liggja eisini særd úti, og inni á sjúkrahúsunum gera starvsfólkini alt fyri at veita fólki ta mest neyðturviligu hjálpina.
Tey vita, at pláss er ikki fyri øllum sjúklingum inni á sjúkrahúsunum á oynni.
- Líka so skjótt tey koma inn, fáa tey viðgerð og verða síðani løgd útum aftur. Tað er sjálvandi ikki forsvarligt, sigur Peder Damm, sum er leiðari fyri hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Indonesien.
Í arbeiði sínum eru Peder Damm og hansara fólk eisini komin til landsbýir, har alt er javnað við jørðina. Fólkini sita snøgt sagt uttanfyri og hava savnað saman allar ognir sínar.
- Støðan hjá teimum heimleysu gerst ikki betri av at tað regnar í økinum, sigur danski umboðsmaðurin.
Hesi tíðindini eru eisini komin til Reyða Kross í Føroyum. Og á fundi í gjár varð avgjørt, at lata 50.000 kr. til neyðhjálpararbeiðið á oynni Java.
Tjald og peningur
Tað er tí ikki bert føroyska deildin av Reyða Krossi sum er virkin í hjálpararbeiðinum eftir jarðskjálvtan og annars fylgir við gongdini, nú vandi somuleiðis er fyri at eitt eldgos fer at goysa.
Danski Reyði Krossur hevði í hesum sambandi sett 300.000 kr. av um okkurt álvarsligt skuldi hent í samband við eldgosið. Nú hevur ein so ístaðin avgjørt at brúka hesar pengarnar til hjálpararbeiðið eftir jarðskjálvtan.
Norski Reyði Krossur hevur havt eitt feltsjúkrahus liggjandi í høvuðsstaðnum síðan tsunami-flóðalduna.
Henda útgerð verður nú útpakkað og latin indonesisku deildini av Reyða Krossi. Umframt hetta ætla norðmenn at senda seks fólk yvir at hjálpa til við arbeiðinum í feltssjúkrahúsinum.
Hóast Reyði Krossur í Føroyum hevur latið hesar 50.000 kr. til Indonesien, so ber framvegis til hjá fólki at stuðla arbeiðinum.
Hetta kann gerast við stuðli umvegis onkran av peningastovnunum, ella við at ringja 905656, tá leggur Føroya Tele 100 krónur omaná tygara telefonrokning og flytur peningin til Reyða Kross Føroya.