Reyð/grønur meiriluti í Noregi

Hevði stórtingsval verið í Noregi nú, hevði Jens Stoltenberg komið í forsætisráðharrasessin

Tað er einki at ivast í, at hýrurin verður góður á landsfundinum hjá norska Arbeiðaraflokkinum um vikuskiftið, tí veljarakanningar benda týðiliga á, at flokkurin kann fáa stjórnarvaldið aftur, tá val verður í heyst.
Tann seinasta kanningin bleiv almannakunngjørd í gjár, og hon vísir, at Arbeiðaraflokkurin, Sosialistiski Vinstraflokkurin og Miðflokkurin høvdu fingið 90 av teimum 169 stórtingslimunum, var val nú. Arbeiðaraflokkurin fær 28,1 prosent, sum er 0,9 prosentstig meiri enn fyri einum mánað síðani. Størstu framgongdina hev-ur SV, sum fær 3,2 prosentstig afturat og fær 17,7 prosent.
Teir tríggir flokkarnir, sum mynda núverandi stjórnina, Høgri, Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstri høvdu fingið 45 tingmenn, var val nú. Framburðsflokkurin, sum stuðlar verandi stjórn, hevði fingið 34 umboð í Stórtingið.