Níggjufalt hurra varð rópt fyri krúnsprinsafamiljuni aftaná Aksel V. Johannesen, løgmaður, bjóðaði teimum vælkomin til Føroya.
Nógv fólk vóru komin saman at heilsa upp á tey kongaligu, og sum vera man vóru nógv børn og tóku ímóti. Sí fyrstu myndirnar undir greinini her. Fleiri myndir koma seinni í dag. Ein vøkur sjón er í morgun at síggja, at øll familjan er í føroyska búnanum. Løgmansskrivsstovan skrivar í morgun, at Krúnprinsbørnini fáa hvør sín føroyska tjóðbúna, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar.
Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna, sum lata búnarnar til Teirra kongligu hátign Christian prins, Isabellu prinsessu, Hansara Vincent prins og Josephinu prinsessu.
Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fingu føroyska tjóðbúnan, tá ið tey giftust í 2004.