Tað skapti mikla øsing millum Everton viðhaldsfólk, tá Jack Rodwell eftir bara 23 minuttir fekk reyða kortið í grannauppgerðini móti Liverpool um vikuskiftið. Everton valdi at kæra dómin til enska fótbóltssambandið, sum hevur givið Everton viðhald.
Martin Aktinson valdi at geva 20-ára gamla miðvallarinum ostaskorpuna, tá hesin at síggja til vann bóltin í eini takling móti Liverpool framherjanum, Luis Suarez.
- Kæran hjá Jack Rodwell um útvísingina hevur fingið viðhald og av tí sama verður leikbannið á tríggjar dagar strikað, skrivar enska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.
Everton endaði við at tapa dystin 2-0. Komandi dysturin hjá Everton er móti Chelsea.










